Útvarpstíðindi

Undirskriftainnsavnan: Vegastrekkið er hættisligt
25-02-2017
- Um einki verður gjørt, koma vit helst at síggja fleiri ferðsluvanlukkur. Vegastrekkið við Brúnna við Streymin er lívshættisligt, sigur Sonja Dam

16 ára gamla Sonja Dam, sum býr við Norðskála, byrjaði í gjár at savna inn undirskriftir til at betra ferðsluviðurskiftini á vegastrekkinum við Brúnna við Streymin.  

Orsøkin var, at hon helt at vegastrekkið er alt ov vandamikið. Sonja Dam heldur, at ein rundkoyring hevði bøtt um støðuna. 

Sonja Dam byrjaði í gjár at savna undirskriftir inn og heldur áfram við tí til 14. mars. 

Útvarpstíðindi

Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00 Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00 Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi. Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum.