Katastrofa at leggja landsveg í bústaðarøki

26.02.2017 - 14:39
Innlendis
Katastrofa at leggja landsveg í bústaðarøki
Tað sigur Magnus Hansen, arkitektur, um nýggja innkomuvegin, sum ætlanin er at gera í sambandi við Eysturoyartunnilin

Innkomuvegurin er ein alt ov stuttsiktað loysn fyri Tórshavnar kommunu.

Verandi ætlan fyri innkomuvegin lættir ikki um ferðslutrýstið í Havnini, og samsundis avsker hon kommununa frá møguleikanum at geva pláss fyri, at 20.000 fólk aftrat kunnu seta búgv í Havn.

Tað sigur Magnus Hansen, arkitektur, sum heldur tað vera skeivt at leggja ein landsveg mitt ígjøgnum bústaðarøki.

Magnus Hansen er avgjørdur. Nýggi innkomuvegurin til Havnar hjálpir einki upp á trupulleikarnar við ferðslutrýstinum í Havn.

Tí hevur hann gjørt eitt alternativt uppskot, ið hann hevur almannakunngjørt á sínum facebook-vanga.

Magnus Hansen skýtur upp, at mann skilir ferðsluna, sum fer at koma úr Eysturoyartunnlinum og ferðsluna, sum kemur úr Norðurstreymoy og Vágunum, áðrenn hon kemur til Havnar.

Tøl vísa, at 60 prosent av allari ferðsluni kemur úr Eysturoynni, og hini 40 prosentini koma úr Norðurstreymoy og Vágum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585