Góðan morgun Føroyar

Damudomi vil gera upp við ósiðiliga kjakið um kyn
27-02-2017
Øll tiltøkini leggja dent á samskifti andlit til andlits, og hetta stendur sum mótpólur til ósiðiliga kjakið, ið ofta fer fram, siga fyriskiparnir

Solveig Hanusardóttir Olsen greiðir frá tiltakinum, ið verður ímillum 2. og 8. mars í samband við kvinnudagin, sum er 8. mars. Sjálv skal hon hava framløgu um menn og kvinnur í føroyskum lýsingum. 

Tónleikur, samrøður, framløgur, kjak, list og hugleiðingar eru á skránni frá 2. til 8. mars. Millum annað verður tiltakið “Orð um kyn” har eitt úrval av ymiskum persónum fara at lesa eitthvørt, sum snýr seg um kyn. Eisini eru filmarnir “Venus” og “Miss Representation” á skránni, ið á hvønn sín hátt snúgva seg um umboðan og sexualitet. Ljós verður varpað á ymisk sløg av feminismu, ymisk sløg av javnstøðu kring heimin, eins og framløga verður um føroyskar lýsingar, og hvussu kyn verður brúkt á ymiskan hátt. Tað eina kvøldið fara vit í dýpdina við samrøðum við trý fólk, ið á hvønn sín hátt arbeiða fyri javnrættindum og at broyta afturhaldnar áskoðanir. Aftaná verður samrøðustova, har orðið er frítt, og hugleitt verður við útgangsstøði í samrøðunum.

Endamálið er at leggja dent á feministisk grundvirði og samfelagsligar avbjóðingar í einum forum, ið birtir undir luttøku og kjak

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024