Eingin semja enn

27.02.2017 - 13:33
InnlendisVinna
Eingin semja enn
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann framvegis ikki siga, um hann fær breiða semju til uppskot at nýskipa fiskivinnuna. Freistin er í morgin

Klokkan tvey seinnapartin í morgin er evsta mark at lata løgtingsumsitingini lógaruppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, og Høgni Hoydal hevur áður sagt, at hendan freistin verður hildin.

- Enn er eingin semja við Sambandsflokkin, men samráðingarnar halda fram, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Sambandsflokkurin fer á fund seinnapartin at umrøða fiskivinnunýskipanina. Bárður Nielsen sigur við útvarpið, at enn eru nøkur viðurskifti, sum semja ikki er um.

Skal semja finnast, krevur tað, at partarnir flyta seg nakað afturat, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, sum ikki hevur hug at viðmerkja, hvat hann væntar av samráðingunum, og um hansara flokkur tá avtornar ger semju við samgonguna.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Mánadag 15. apríl
Góðan morgun Føroyar
173705
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628