Góðan morgun Føroyar

Gudni rann stuðulsrenning á miðjari nátt í Manilla
01-03-2017
Endmálið við renningini var at stuðla prestafamilju í Manilla, sum hjálpir gøtubørnum

Tað vóru 5000 fólk, sum runnu hálvmarathon í Manilla.

Av tí at hitin er nógvur, og ferðslan kaotisk, varð runnið um náttina.

Tað var ein sjáldsom uppliving at renna fram vid fólkum, id svóvu á gøtuni vid pappi oman yvir sær. 

Luftin í Manilla er illa dálkað og tung, og tí var hetta eitt ógvuliga strævið hálvmarathon, leggur Gudni Andreasen aftrat.

Møguleiki var at stuðla renningini við at flyta eina upphædd, og tað vóru fleiri, sum tóku av møguleikanum.

Privat fólk, fyritøkur, barnaringurin á Toftum og ein flokkur á Tofa skúla, sum Gudni Andreasen hevur verið lærari hjá, skipaði fyri tombola.

- Eg eri málleys av hesum, sigur Gudni Andreasen.

Slakar 84.000 krónur eru komnar inn, og tað hevði hon als ikki væntað.

Framvegis er gjørligt at stuðla prestafamiljuni og teirra arbeiði. Kontonummarið er: 9181 4572078

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024