Dátueftirlitið: Akstovan brýtur lógina

19.03.2017 - 18:06
InnlendisSamfelag
Dátueftirlitið: Akstovan brýtur lógina
Ósemja millum Akstovuna og Dátueftirlitið er beinleiðis orsøk til, at tað skal staðfestast við lóg, hvør hevur atgongd til akfarsskránna

Akstovan hevur útflýggjað persónsupplýsinar púra fyrilitarleyst, og hevur handlað í stríð við persónsupplýsingarlógina, sambært hoyringarskrivi hjá Dátueftirlitinum ní tingið viðgerð lógaruppskot um at broyta løgtingslóg um ferðslu.

Akstovan hevur eina aðra tulking av lógini enn Dátueftirlitið, og metur, at lógin um alment innlit kemur framum persónsupplýsingarverjuna, tá talan ikki er um viðkvæmar upplýsingar.

Eitt longri orðaskifti millum stovnarnir endaði við, at Dátueftirlitið heitti á landsstýrismanninum um at greina við lóg, hvør skal hava atgongd til persónsupplýsingar í akfarskránni.

Av einum skrivi frá Akstovuni framgongur, at Akstovan hevur latið upplýsingar víðari uttan at spyrja, hvat teir skulu brúkast til, og tað er millum annað hetta, sum fær Dátueftirlitið at finnast at handfaringini av persónsuplýsingum. 

Sambært hoyringarskrivinum hjá Dátueftirlitinum til Samferðslumálaráðið, hevur Aksktovan í skrivi til Dátueftirlitið tann 16. apríl 2015 lýst mannagongdirnar í sambandi við víðarilatan av eigaraupplýsingum soleiðis:

"Um ein persónur biður um upplýsing um, hvør eigur eitt avíst akfar við tí ávísa nummarspjaldrinum, og hann soleiðis hevur skilað til tað skjal ella tað mál, sum hann ynskir at fáa innlit í, so verður hendan upplýsing latin spyrjaranum, og tað er ikki neyðugt hjá spyrjaranum at upplýsa, hvat hann skal nýta upplýsinginga til. Upplýsing um navn á eigara av akfari, verður ikki mett at vera fevnd av nøkrum av undandtøkum í §§ 7-14 í lógini um innlit í fyrisitingina og er sostatt ein upplýsing, sum Aksovan hevur skyldu til at lata." 

Hendan tulking av lógini samsvarar ikki við tulkingina hjá Dátueftirlitinum, sum byggir á ta fatan, at atgongd til eigaraupplýsingar í akfarsskránni skulu latast við heimild í § 9, stk 1 nr 6 í persónsupplýsingarlógini, og at hvør einstøk víðarilatan skal grundast á eina ítøkiliga meting, har mett verður, at fyrilitini fyri skrásetta ikki eru eins stór og áhugamálini hjá tí triðja persóni, sum fær persónsupplýsingarnar útflýggjaðar.

í einum skrivi, sum er tikið við í hoyringarsvarið frá Dátueftirlitinum, sigur Dátueftirlitið, at tað metur ikki, at fyrilitini fyri skrásetta eiga at setast til viks og heldur ikki, at ein tílík ítøkilig meting verður gjørd í Akstovuni, men at persónsupplýsingar verða útflýggjaðar púra fyrilitarleyst. 

Hetta metir Dátueftirlitið vera í stríð við persónupplýsinarlógina tá ið einki heimilargrundarlag er fyri hesi viðgerð ella víðari-latan av persónsupplýsingum. 

Sambært hoyringarskrivinum heitti Dátueftirlitið tískil á landsstýrismannin í samferðslumálum um við lógaráseting at nágreina, hvussu eigaraviðurskifti um akfør í Føroyum skulu viðgerast og víðarilatast almenninginum. Stovnurin mælir til at upplýsingar í Akfarsskránni verður lógarstýrt og ikki latin upp í hendurnar á starvsfólkunum at meta um, stendir millum annað í hoyringarskrivinum. 

Dátueftirlitið sigur seg fegnast um lógaruppskotið - millum annað tí tað skapar gjøgnumskygd og tí tað eitt nú staðfestir, at tryggingarfeløg einans kunnu fáa atongd til egnu viðskiftafólk og ikki viðskiftafólkum hjá øðrum tryggingarfeløgum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819