Poul um Betri PF: Hetta fari eg ikki at góðtaka

22.03.2017 - 15:55
InnlendisVinna
Poul um Betri PF: Hetta fari eg ikki at góðtaka
Poul Michelsen landsstýrismaður í Vinnumálum kann ikki góðtaka at sami stjóri er í móðurfelagnum og øllum rakstrarfeløgunum hjá Betri PF

-Nýggi bygnaðurin í Betri-samtakinum er rættuliga langt frá tí, sum samtakið hevur fingið boð frá mær um.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum er á veg í løgtingið við lógarbroytingum, ið skulu tryggja eitt greitt skott millum banka- og tryggingarvirksemið í Betri-samtakinum.

Sambært landsstýrismanninum hevur Betrið-samtakið fingið greitt at vita, at sami stjóri skal ikki ganga aftur allastaðni.

Sambært landsstýrismanninum í vinnumálum eru broytingarnar í tryggingar- og vinnufelagslógini liðugt orðaðar.

Lógaruppskotini verða umrødd á landsstýrisfundi í næstu ella aðru viku og síðani løgd fyri løgtingið. Av tí at síðsti framløgudagur er farin, verða tey løgd fram við 17 undirskriftum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819