- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Høvuðsstaðurin á Norðuratlantsbryggjuni
22-03-2017
Hóskvøldið hava føroyskir útisetar í Danmark møguleika at kunna seg um tilboðini frá Tórshavnar kommunu, tá tey flyta heim.
Hetta kvøldið fáa mongu útisetarnir framløgur um allar møguleikarnar í Føroyum. Eitt nú verður kunnað um búðstaðarmøguleikar, arbeiðsmøguleikar, íverksetan, umframt at tað eru umboð frá ALS, Landssjúkrahúsinum og Sendistovuni.
Tórskvøldið er besta høvi hjá útisetum at netverka og tosa við onnur við sama áhuga í einum føroyskum høpi.
Tiltakið verður á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, 23. mars frá kl 19 til 22.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024