Brexit: Tað verður kríggj um makrelin

26.03.2017 - 18:20
InnlendisPolitikkur
Brexit: Tað verður kríggj um makrelin
Føroyar fylgja Brexit-samráðingunum frá fremstu røð. Báðir føroysku fólkatingslimirnir eru í serligu Brexit-nevndini hjá Fólkatinginum
Írar og bretar eru longu farnir at bítast um uppsjóvarvkoturnar hjá ES.

Írar og bretar keglast longu um uppsjóvarkvoturnar í ES sjógvi, sambært Magna Arge.

"Fyri okkum í Føroyum var tað kanska ófrættakent, tá bæði Maired McGuinnes og eitt nú írski sendiharrin í Bruxells søgdu, at fiskivinnumál fóru at fáa ein sentralan lut í samráðingunum.  Mc Guinnes greiddi frá, at fiskivinnuspurningar skjótt tendraðu í, tá samráðingarnevndir annars førdu róligar tingingar sínamillum, og tað var í tí sambandinum hon mælti pørtunumtil at gera sítt ítarsta fyri at taka øðini úr fisivinnuspurningum, tí annars endaði tað við bardaga á sjónum" skrivar Magni Arge á facebook.

Løgmansskrivstovan: Nógvar óvissur um Brexit

"Bretland hevur eitt sterkt offensivt kort í fiskivinnuspurninginum, tí stórur partur av fiskiríkidøminum hjá EU er í bretskum sjógvi. Pelagiska tilfeingið stórt í bretskum sjógvi, og eitt nú veiða danir meiri enn triðingin av fiskinum i bretskum sjógvi. Eisini hollndingar, fransmenn, portugisar, spaniólar og onnur veiða í bretskum sjógvi.Fyri Føroyar fær hetta sjálvandi eisini stóran týdning, tí nú kemur Bretland uppí standalandasamráðingarnar og taka yvir stóran lut av tí samráðingarstøðu sum EU annars hevur havt. Tað kann hava við sær góðar møguleikar, men sannlíkt eisini stórar avbjóðingar, og tí er umráðandi at vit í Føroyum eisini fyrireika okkum væl til hesa broytingina. Tað snýr seg bæði um at fyrireika seg til komandi telvingar um lut í eitt nú pelagiska fiskiríkidøminum, og at vit taka hædd fyri, at okkara lutur kann gerast minni enn hann er í dag." 

Eingin ivi

Sjúrður Skaale ivast ikki í, at bretar eisini fara at royna at fáa burtur av føroyska køkupettinum. Hoyr hvat Sjúrður Skaale sigur í samrøðuni omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628