Hoyr verkið her: Messias (1:2)

14.04.2017 - 16:00
ListTónleikur
Hoyr verkið her: Messias (1:2)
Konsert av verkinum Messias, hjá Händel, ið varð framført í Vesturkirkjuni. Ólavur Hátún stjórnar. Hetta er fyrri partur

Um tónleikaverkið Messias, skrivar Ólavur soleiðis: 

Oratorium

Messias er sokallað oratorium, kirkjuligt tónaverk, sum hevur sínar røtur í katólsku mótreformatiónini.

Fólk møttust í biðisalum

Fólk møttu tá til uppbyggilig møtir í sokallaðum oratorium, sum merkir biðisalur. Hetta gav navn til bíbilskar tónleikaframførslur í hesum sambandi, sum løgdu støði undir hesa nýggju, máttmiklu tónleikagrein.

Messias stendur eftir í tónleikasøguni 

Ikki er tað ov nógv sagt, at týskføddi og tónleika italskt uppaldi onglendingurin Georg Friedrich Händel (1685 - 1759) meira enn nakar annar hevur skrivað oratoriir, sum saman við passiónunum hjá samtíðarmanninum J.S. Bach verða standandi eftir í tónleikasøguni, tá ið tíðarinnar tonn hevur gnagað so mangt annað burtur.

Drúgt men gott

Drúgt er verkið, men neyvan í allari tónleikasøguni er verk skrivað, sum soleiðis eins og ein perlurøð við sínum resitativu frásøgnum, sínum undurføgru solosangum (arium) og sínum máttmiklu, ljómandi kórpørtum hongur organiskt saman frá byrjan til enda.

Tók tríggjar tímar at skrivað verkið

Händel skrivaði Messias, hetta, í fullari longd, tríggja tíma tónaverkð, í musikalskari og relogøsari ekstasu eftir bert trimum vikum, eitt bragd, sum tónleikasøgan ikki kennir makan til.

Verkið hevur varveitt sín tokka millum fólk, og ongantíð man hátíðarstundin kennast onglendingum sterari, enn tá ið Halleluja-kórið enn í dag lyftir mannfjøldina úr sæti, ein og tað gjørdi á fyrsta sinni fyri nú meira enn hálvtriðja hundrað árum síðani. 

Fýra solistar

Umframt stórt kór og orkestur eru fýra solistar ið framføra. Trý teirra eru úr Íslandi, Þóra Einarsdóttir syngur sopran, Sesselja Kristiansdóttir syngur mezzosopran og Ágúst Ólafsson bass. Fjórði solisturin er føroyingurin Ernst Sondum Dalsgarð ið syngur tenor.

Ólavur Hátún stjórnar.

Tekstinir til verkið eru úr Bíbliuni, og teir lesur Páll Danielsen, so hvørt sum teir eru at hoyra til hvørt lag.

Høgni Fagraberg hevur staðið fyri upptøkuni.

Hetta er fyrra sending.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851