Skil fiskin!

Skil fiskin! - meira burðardygd (3:9)
05-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum

Øll, sum koma eftir okkum, skulu eisini fáa lut í virðunum, sum fiskivinnan gevur av sær. Tað er hetta, burðardygd í fiskivinnuni í høvuðsheitum snýr seg um.

Í seinasta parti umrøddu vit lívfrøðiliga burðardygd. Men tað eru aðrir mátar at skilja og tosa um burðardygd. Eitt nú búskaparliga burðardygd og samfelagslig burðardygd.

At burðardygd kann hava ymisk andlit verður eisini umrøtt í samgonguskjalinum, í uppskotunum um fiskivinnunýskipan og fer ivaleyst at fylla nógv í komandi politisku viðgerðini.

Men er samsvar millum ymisku mátarnar at tosa um burðardygd í fiskivinnuni? Kann eitt slag av burðardygd onkursvegna stríða ímóti einum øðrum slagi? Og um so er, hvussu skal ein yvirskipað burðardygd so røkkast?

---

Búskaparlig burðardygd snýr seg í stuttum um at fáa so nógvan vinning sum gjørligt, við so lágum útreiðslum sum gjørligt í so langa tíð sum gjørligt. Hevur dagsins vinningur negativa búskaparliga ávirkan á okkara eftirkomarar, er talan sostatt ikki um búskaparliga burðardygd.

Tey flestu munnu vita, at støddin á fiskastovnunum hevur ávirkan á, hvussu stórur búskaparligi vinningurin kann vera. Tí er torført at tosa um búskaparliga burðardygd uttan at taka lívfrøðiliga sjónarhornið við. Men prátið um lívfrøðiliga burðardygd fer oftast at snúgva seg um veiðutrýst, ungfiskavernd og yvirskipaðað stovnsrøkt, meðan búskaparlig burðardygd snýr seg um vinning, búskaparvøkstur - í stuttum um pengar.

Sambært fiskivinnunýskipanarnevndini, sum lat fiskimálaráðnum álit um fiskivinnunýskipan í heyst, er ein grundleggjandi partur av búskaparligu burðardygdini at fáa so stórt yvirskot - sonevnda tilfeingisrentu - av fiskiskapinum sum gjørligt, soleiðis at landið kann krevja ein part av yvirskotinum. Er yvirskotið avmarkað, kann landið illa rættvísgera at taka ein part av yvirskotinum úr vinnuni. Men tað kann landið, um yvirskotið er langt út um tað vanliga.

Johnny í Grótinum er búskaparfrøðingur og formaður í nýskipanarnevndini. Hann leggur stóran dent á, at tað almenna eigur at blanda seg upp í fiskivinnuna, til tess at tryggja eitt optimalt yvirskot. Og tað skal landið, tí fyritøkurnar eru ikki sjálvar førar fyri at skapa búskaparliga burðardygd í vinnuni. Reiðarí hava hvørki førleika ella skyldu at raðfesta burðardygdina í fiskivinnuni. Ein fyritøka er fyrst og fremst sett í verðina fyri at halda eyguni við egnum vinningi. Búskaparlig burðardygd kann sostatt bara røkkast, um onkur hevur yvirskipað yvirlit á samfelagsbúskapinum. Og tað er uppgávan hjá politisku myndugleikunum.

Hvussu myndugleikarnir fara at megna uppgávuna er enn óvist, men formaðurin í nýskipanarnevndini heldur seg kunna eygleiða nakrar andsøgnir millum búskaparliga og samfelagsliga burðardygd í uppskotinum hjá samgonguni, sum fer til viðgerðar í løgtinginum í næstum. Samgongan hevur gjørt vart við, at hon ynskir meir virksemi kring landið, at stóru fyritøkurnar skulu tálmast, og at fleiri skulu sleppa fram at í fiskivinnuni. Hetta er eitt dømi um, at búskaparliga burðardygdin og samfelagsliga burðardygdin stríða ímóti hvørjum øðrum.

Við øðrum orðum: optimala yvirskotið, sum er aðalendamálið við búskaparligari burðardygd, kann øgiliga skjótt drukna í útreiðslum, um tað eru ov nógvar hendur og ov nógv skip í fiskiskapinum. Virksemið er við øðrum orðum ikki búskaparliga skynsamt, tá ið útreiðslurnar eru næstan líka stórar sum inntøkurnar.

 

Kelda: Búskaparráðið, heystið 2014
---

Men, tað er eitt politiskt ynski, at samfelagslig burðardygd, til dømis at skapa arbeiðspláss, skal kunna undirgrava búskaparfakliga hugsan. Í løgtingsuppskotinum hjá samgonguni stóð soleiðis, áðrenn uppskotið fór til hoyringar.

"Samfelagslig burðardygd snýr seg um at taka atlit til onnur viðurskifti enn tey, ið hava við besta vinnuliga og samfelagsbúskaparliga lønsemi at gera. Endamálið við lógini er eisini at stuðla undir arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landi. Í fyrisitingini av livandi tilfeinginum í sjónum kunnu sostatt eisini takast atlit til býtisatlit og økispolitisk atlit.

Endamálsorðingar eru í sjálvum sær ikki regulering. Fiskivinna er fjøltáttað virksemi, har nógv ymisk atlit skulu takast, tá reguleringar verða settar í verk. Nógv av hesum málum og atlitum fella saman og kunnu røkkast samstundis. Onnur mál og atlit kunnu vera í andsøgn hvørt við annað, og kunnu illa røkkast til fulnar samstundis. Tá ið av tornar er tað tí ein spurningur um, hvussu ymisku endamálini verða raðfest politiskt og um, hvørjar fyriskipanir og stýringsamboð politiski myndugleikin velur at leggja dent á og brúka innan fyri teir karmar, lógin setur."

Hugskotið um, at fiskivinnan skal vera samfelagsliga burðardygg kemur sostatt av, at vælferðin í samfelagnum ikki kann røkkast bara við búskaparligari hugsan. Javnrættindi og fólkaræði hava ikki endiliga nakað við búskapin at gera, men eru týdningarmikil kortini. Um stórt ónøgdsemi valdar um býti av virðunum, sum koma burtur úr vinnuni, kann spurningur eisini setast við, um virksemið er samfelagsliga ella sosialt burðardygt.

Unn Laksá, samfelagsfrøðingur, sum eisini var við í nýskipanarnevndini, viðurkennir, at ein vinna fyrst og fremst skal royna at vinna pening, men samstundis er hetta ikki einasta atlitið, sum vinnan má taka. Samfelagið má eisini kunna liva við virkseminum, sigur hon.

Til dømis ber væl til at troyta ein fiskastovn sambært lívfrøðiliga burðardyggari hugsan og at gera hetta á ein búskaparliga burðardyggan hátt. Men um virksemið onkursvegna ger seg inn á rættindi hjá fólki í samfelagnum, har virksemi gongur fyri seg, er talan ikki um samfelagsliga burðardygt virksemi.

Unn Laksá tekur tó undir við Johnny í Grótinum, at samfelagsligu atlitini kunnu gera seg óneyðugt inn á búskaparliga vinningin, eitt nú um lønsemið í vinnuni má víkja fyri strembanini eftir at skapa arbeiðspláss.

Samfelagslig burðardygd er eitt tómt og rótleyst hugtak. Hvat er samfelagsliga burðardygt er tí ein tulkingarspurningur, og tí er tað eisini aftanfyri hetta hugtak, at politisku hugsjónirnar kunnu goyma seg. Meðan ein politikari, til dømis, heldur økispolitikk vera samfelagsliga burðardyggan, so kann ein annar politikari eins væl grundgeva fyri tí øvugta.

Samanumtikið mælir nýskipanarnevndin til at viðgerða øll trý sløgini av burðardygd sum eina heild. Tað ræður um at taka atlit, bæði til fisk, pengar og fólk. Hóast hugtøkini kunnu skiljast sundur, so heldur Unn Laksá kortini, at tá ið okkurt er samfelagsliga burðardygt - ja, so er tað bara burðardygt yvirhøvur.

Hvussu politikarar fáa ymisku sløgini av burðardygd at fylkjast kemur at vísa seg komandi mánaðirnar.

Skil fiskin!

Sending frá 2017.  Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?
04-05-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
26-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
24-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.
20-04-2017
Fiskivinnukjakið hevur verið nógv merkt av spurninginum um uppboðssølu av veiðirættindum. Men hvørjir er fyrimunir og vansar við uppboðssølu?
12-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?
10-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum
05-04-2017
Allir politisku flokkarnir leggja dent á lívfrøðiliga burðardygd í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvussu kann málið røkkast?
03-04-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar
29-03-2017