- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Aðalmálið við vitjanini er at geva íblástur og vitan til bæði røktarstarvsfólk og kostrøktarstarvsfólk.
Københavns madhus var sett á stovn fyri 10 árum síðani. Tað er eitt verkætlanar- og broytingarhús sum hevur til uppgávu at skapa úrslit, ið síggjast aftur í gerandismati, máltíðum og matvørum.
Tá vit byrjaðu, vóru starvsfólkini í køkinum ósjónlig, og alt ov langt var frá framleiðslu til brúkara, sigur Kenneth Højgaard. Hetta er broytt nú, leggur hann aftrat.
Richa Richardsdóttir, køksleiðari á Boðanesheiminum, heldur ikki, at støðan er so galin í Føroyum. Eindirnar eru smærri, men sjálvandi er rúm fyri betringum,vísir hon á.
Ynskið er, at so nógv sum til ber fáa ágóða og íblástur av vitjanini. Fyri at røkka tí málinum, verður eisini ein almennur fyrilestur á Boðanesheiminum, har Kenneth Højgaard fer at tosa um Ta góðu máltíðina.
Almenni fyrilesturin verður hóskvøldið 27. apríl klokkan 19 í Tórslon á Boðanesheiminum.