- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samsýningin ov høg
27.04.2017 - 15:16
Innlendis›Politikkur
Samsýningin ov høg
Landsstýriskvinnan fíggjarmálum viðurkennir, at samsýningin til landsbankanevndina er ov høg. Men hon fær einki gjørt, sigur hon.
Formaðurin í landsbanka-nevndini fær 16.000 krónur um mánaðin, næstformaðurin 12.000 krónur og nevndarlimirnir 8000 krónur um mánaðin - tilsamans 816.000 krónur um árið.
Sí eisini: Landsbankaformaður: Samsýningin er rímilig
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur, at hon fer at hyggja at lógini í heyst og kanna um broytingar kunnu gerast.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV