Landsstýrismálanevndin svarar í vikuni

30.04.2017 - 17:01
InnlendisPolitikkur
Landsstýrismálanevndin svarar í vikuni
Í næstu viku fer Landsstýrismálanevndin at kunngera úrslitið av kæruni frá tinglimunum hjá Miðflokkinum um Aksel V. Johannesen, løgmann

Bill Justinussen og Jenis av Rana, kærdu avgerðina hjá løgmanni at leggja grein 14 stykki 2 í hjúnabandslógini undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í mentamálum. Fleiri mál eru annars í landsstýrismálanevndini.

Umframt kæruna frá Bill Justinussen og Jenisi av Rana, um hjúnabandslógina, sum verður avgreidd í vikuni, er ein kæra frá Meginfelag Útróðrarmanna um Høgna Hoydal og fiskidagarnar frá í fjør, ein kæra frá Jacobi Vestergaard um løgmann, ein kæra frá Jørgini Niclasen um Høgna Hoydal og fiskirættindi, og ein kæra um Høgna Hoydal um lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858