- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
William Heinesen sum myndlistamaður
04-05-2017
Tað liggja rættuliga nógvir málningar, tekningar og klipp eftir William Heinesen, sigur Solveig Hanusardóttir, listafrøðingur
William Heinesen var fyrst og fremst orðlistamaður. Men alt sítt lív var hann eisini virkin myndlistamaður og arbeiddi í tøkni so sum pastellkrit, tekning, málarí og pappírsklipp. Seinastu ártíggjuni av lívi sínum royndi William Heinesen seg við pappírsklippinum, har list hansara náddi eitt nýtt hámark, eisini í mun til originalitet.
Fríggjadagin, í morgin, letur framsýningin 'William Heinesen - Myndlistamaður' upp á Listasavni Føroya.
Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. Malan Marnersdóttir, professari, setur framsýningina. Svaboino við Angeliku Nielsen og Ólavi Jakobsen spæla nøkur løg. Framsýningin er opin til 23. juli.
Les meira um framsýningina her
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024