Uppskotið byggir á semju

bannari
18.05.2017 - 15:12
InnlendisPolitikkur
Uppskotið byggir á semju
Uppskotið um fiskivinnunýskipan, ið samgongan leggur fyri Løgtingið fríggjadagin, byggir á semjuna í samgonguni

Tað hevur við sær, at 25 prosent av uppsjóvarfiskinum og kvotunum í Barentshavinum, Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, verða boðin út á uppboðssølu, sum styttri ella longri loyvi, meðan 75 prosent verða latin teimum sum eru í vinnu.

Tilfeingisgjald skal leggjast á fiskin sum ikki verður seldur.

Og so skal sonevnda antitrust skipanin forða fyri, at nakar kann eiga meir enn 17,5 prosent av samlaðu føroysku fiskirættindunum, og eingin skal kunna eiga meir enn 20 prosent av uppsjóvarfiskinum, botnfiskinum undir Føroyum og fiskiskapinum á fjarleiðum.

Men tann skipanin er ikki virkandi aftureftir, og tann reglan er heldur ikki galdandi fyri stutttíðarrættindi.

Kvotur skulu setast á tosk, hýsu og upsa undir Føroyum, Og so skulu 20 prosent av veidda fiskinum bjóðast út um góðkenda uppboðssølu til føroysk virkir, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887