- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Naoko er ættað úr Japan, men hevur búð í Svøríki í fleiri ár.
Tey hava spælt í nógvu ymsum londum á stórum jazzfestivalum.
Hini sum spæla við eru Alfred Lorinius á bassi og Johan Birgenius á trummum.
Klaverleikarin Naoko Sakata er er fødd í Japan, men flutti í 2008 til Gøteborg í Svøriki, har hon árið eftir stovnaði trioina.
Henda trio umboðaði Svøríki á tiltakinum Young Nordic jazz comets í 2009, og Naoko vann vann heiðurin sum besti solistur hetta árið.
Síðan hava tey framført á nógvum konsertum í norðurlondum, Evropa, Japan og Afrika.
Tey hava innspælt tríggjar fløgur, Kaleidoscope, Flower Clouds og tann seinasta kallast Dreaming tree.
Tónlistarliga skráin byggir á kompositiónir hjá teimum trimum limunum.
Hvør einstakur tónleikari er ómissandi í hesari tónlistarligu vistskipan