Góðan morgun Føroyar

Steintór letur aðru krimisøguna úr hondum
02-06-2017
Hevndin úr havsins dýpi er framhald av bókini Deyðin fer í bindiklubb, sum Steintór Rasmussen debuteraði við í fjør

Bindiklubbakonurnar fingu ein ógvisligan skelk á jólum í fjør.

Ein av vinkonunum, ið hevði verið uttanlands í fleiri ár, men sum nú var flutt heim aftur, var við í jólaveitsluni. At hon var farin av landinum inniliga ørkymlað, tí hon var vorðin kynsliga og andliga misnýtt, óraðu tær ikki.

Men viljin til at hevna tað, ið tær hevði verið fyri, vaks sum krabbasvullur í henni, og komin heim, framdi hon ætlanina í verki. Ikki einans tók hon lívið av manninum, ið hevði gjørt seg inn á hana, men skuldi eisini gera av við vinkonuna, ið var upphavið til skeiklaða lívið.

Vinkonan varð bjargað í evstu løtu.

Í juni í ár skipa tær fyri einum hugnaligum vikuskifti í lítlari bygd norðanfyri. Tær kopla úr tí vanliga gerandisdegnum og seta í frígir – nú verður prát, látur, vín, túrar, hvíld á skránni. 

Sama leygarmorgun, sum tær keypa inn á veg út úr gerandisdegnum, verður í tíðindunum sagt frá, at ein út­róðr­arbátur hevur fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýst­um sjómanni á línuna. Maðurin, sum var farin at drekka illa, tí okkurt nívdi hann, hevði verið saknaður eina tíð.

Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík.

Men tað vikuskiftið hendir ymist, ið skakar lítlu bygdina í sínum grundvølli, tí tá ið skýmt er, standa brádliga logar úr húsunum hjá gamla læraranum, og tá ið slepst framat, fáa fólk enn ein skelk, tí lærarin hongur deyður undan bitanum í hjallinum við lykkju um hálsin.

Ein av bindiklubbakonunum fór einsamøll út at spáka sær ein túr, meðan hinar sótu og sjabbaðu um okkurt. Hon skuldi bara líka fáa sær luft – men hon kom ikki afturíaftur.

Eingin skilir nakað. Ongar ábendingar hava verið um nakað óvanligt, men bindiklubburin er aftur í brenni­deplinum, og úr havinum rísur ein nýggjur duldarfullur dagur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024