Væleydnaður countryfestivalur

11.06.2017 - 17:57
MentanTónleikur
Væleydnaður countryfestivalur
Sørvágs country- og bluesfestivlur vaksur hvørt ár. Endamálið er at verða ein hungaligur festivalur fyri ung sum gomul
 
 

Tak niður

Fyriskipararnir av country- og bluesfestivalur er sera vælnøgdir, nú ársins festivalurin er av.  

Festivalurin vaksur hvørt ár, og tað gevur møguleika at fáa størri nøvn hendanvegin, men endamálið er framvegis at verða ein hugnaligur og fjálgur festivalur fyri ung sum gomul, sigur Allan Samuelsen, ein av fyriskiparunum.

 Og góða veðrið hevði eina jaliga ávirkan bæði á festivalgestir og tónleikarar. Fleiri tónleikarar dámdu so væl, at ter ætla sær at koma aftur til Føroya. 

Í ár var tann lítli pallurin á einum nýggjum økið, sum Sørvágs kommuna hevur gjørt. Har eru vesir og eitt spælipláss, og eitt av endamálinum við Countryfestivalinum er, at hann skal verða fyri familjur og børn.

Bygdafólkini gera eitt stórt arbeiði at fyrireika festivalin millum annað at smíðja og seyma, og tað er teimum at takka, at festivalurin er so væleyðnaður, heldur Allan Samulesen.

Arbeiðið at fyrireika festivalin næsta ár er longu byrjað. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. juli
Summartímin mikudagin 18. juli
83468
Mikudag 18. juli
Summartímin týsdagin 17. juli
83453
Mikudag 18. juli
Morgunlestur mikudagin 18. juli 2018
82858
Týsdag 17. juli
Ein dreymaferia í Nashville
82844
Týsdag 17. juli
Morgunlestur týsdagin 17. juli 2018
82857
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 10mf
83337
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 5mf kvinnur
83336
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 8mf
83335
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 6mf menn
83334
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 5mf dreingir
83333