Ann flýggjaði niðan í fjøllini

18.06.2017 - 18:42
Útheimurin
Ann flýggjaði niðan í fjøllini
Ann Andreasen flýggjaði saman við øðrum í bygdini, Uummannaq, undan flóðalduni, sum hevði rakt Nuugaatsiaq, niðan í fjøllini

Ann Andreasen hevur búð í Grønlandi í 32 ár, hon er leiðari á barnaheiminum í Uummannaq. Tá tey frættu um flóðalduna í gjárkvøldi fingu tey boð um, at tey skulu flýggja niðan í fjøllini. Í nátt og í dag eru tey, sum búðu í Nuugaatsiaq flutt við tyrlu til Uummannaq, so nú royna Ann og hini í bygdini at hjálpa til sum frægast.

Fyrr í dag ljóðaði, at myndugleikarnir í Grønlandi vistu um 23 fólk, ið ikki vóru komin aftur í aftur. Hetta tal er nú fýra fólk. Somuleiðis boðar stovnurin GEUS, sum ger jarðfrøðiligar kanningar, at tað er ógreitt um talan var um ein jarðskjálvta ella eitt skriðulop.

- Vit hava nakrar ábendingar um, at talan er um ein jarðskjálvta, men hinvegin eru tað eisini tekin um, at talan er um skriðulop, sigur Petur Voss, seismologur, á GEUS.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887