Føroyingahavnin - hvat so!

28.06.2017 - 09:43
AktueltSamfelag
Føroyingahavnin - hvat so!
- Tað var ein syndarlig sjón at síggja restirnar av Føroyingahavnini, sigur Helgi Johannesen, byggifrøðingur hjá Landsverki

Tak niður

Umleið 50 kilometrar sunnan fyri grønlendska høvuðsstaðin Nuuk, liggur Føroyingahavnin. Ella Nordafar, sum staðið eisini verður kallað.

Føroyingahavnin byrjaði sítt virksemi í 1927 við at føroyingar byrjaðu at fiska við Grønland. Tað var útróðravirksemi, sum føroyingar høvdu. Teir fóru yvir til Grønlands við útróðrabátum, og fongurin varð lagdur upp í Føroyingahavnini.

Seinni bleiv Føroyingahavnin ein meira altjóða støð. Fiskiskip frá øðrum londum komu til Føroyingahavnina eftir salti og ísi.

Føroyingahavnin vaks seg til eina lítla bygd við fabrikk, skrivstovubygningi og serliga einum sjómansheimi, har fólk búðu, sum komu úr føroyum at virka fiskin í eitt langt summar. Umleið 35 bygningar vóru í Føroyingahavnini.

Í maimánað fóru umboð fyri Søvn Landsins og Landsverk yvir at vita, hvussu standurin er á bygningunum og hvussu sær út í Føroyingahavnini.

Tveir teirra, sum fóru frá Landsverki, Helgi Johannesen, byggifrøðingur og Bárður Dam í Baiansstovu, arkitektur, eru í útvarpsstovuni.

Les nógv meira um Føroyingahavnina og Nordafar her

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Góðan morgun Føroyar 10.07.2020
111236
Fríggjadag 10. juli
Morgunlesturin fríggjamorgunin 10. juli 2020
110792
Hósdag 9. juli
Ein táttur er silvur 2.partur
111175
Hósdag 9. juli
Tilvera: Mammudagur
111218
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. juli
Hvalbiartunnilin skotin ígjøgnum
111104
Týsdag 7. juli
3-2
111099
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938