Skifta rennistreingirnar út í Stakkin

16.07.2017 - 15:04
InnlendisSamfelag
Skifta rennistreingirnar út í Stakkin
Fýra nýggir rennistreingir skulu spennast millum Stakkin og meginlandið ístaðin fyri teir tveir, sum hava verið seinastu tjúgu árini
Mannagongdin verður tann sama sum altíð, hóast streingirnir eru nýggir
Mynd: Savnsmynd  

Tað skal vera tryggari at ferðast út í Stakkin hjá Tjørnuvíkingum og øðrum. Tí er Staksnevndin farin undir at skifta rennistrongirnar, sum ganga millum Stakkin og Streymoynna. 

Ístaðin fyri tveir rennistrongir, skulu fýra streingir bera kassan, sum fólk sita í. Tað sigur Jógvan Magnussen, umboð fyri Staksnevndina í Tjørnuvík. 

 

Hálva mió. kr. 

ArtiCon ger arbeiðið, er mett at kosta umleið hálva millión krónur.  Arbeiðið byrjaði mánadagin 10. juli, tá fólk frá ArtiCon fóru út í Stakkin saman við staðbundnum fólki.

Fyrsta uppgávan er longu loyst, at gera fundamentið í Stakkinum, sum skal bera stálfesti í Stakkinum. Í komandi viku verður fundamentið gjørt á Streymoynna, áðrenn rennistreingirnir verða festir, uppsettir og uppspentir.

Ætlanina er at royndarkoyra rennistreingirnir 1. september.

Sambært Articon hevur arbeiðið gingið sera væl og hevur veðrið verið sera gott allar dagarnar.

 

Ikki fyri fólk við hæddarræðslu

Ein túrur út í Stakkin er ikki fyri sartar sálir ella fólk við hæddarræðslu, sum sæst her, tá Monique Davis og Drake Roberts úr Amerika í 2015 við á túrinum. Við sær høvdu tey alskyns upptøkutól

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858