Ábendingar um at Taks játtaði EIK skattafrádrátt

22.07.2017 - 10:42
Innlendis
Ábendingar um at Taks játtaði EIK skattafrádrátt
Nógv bendir á, at TAKS ætlaði at taka endaliga avgerð um at lata EIK ein skattafrádrátt á 477 milliónir krónur í 2015.

Sterkar ábendingar eru um, at TAKS játtaði EIK skattafrádrátt fyri 477 milliónir krónur í goodwill, fyri síðani at minka hesa upphædd niður í null tvey ár seinni.

Avgerðin var tann eina í 15 og ein onnur í 17.

Tað heldur Bárður Larsen, løgfrøðingur, sum hevur latið fíggjarmálaráðnum frágreiðing um fyrisitingarligu gongdina í málinum í farnu viku.

Men, Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, hevur svarað, og hann er ósamdur. Sambært honum er talan ikki um tvær avgerðir, men um eitt samanhangandi mál, sum hevur fingið eina viðgerð, og eina avgerð.

Frágreiðingin hjá Bárði Larsen er ikki almannakunngjørd í heilum líki, og tí er torført hjá almenninginum at skilja málið til fulnar.

Og hví hevur tað so stóran týdning at finna út av, um TAKS hevur tikið tvær avgerðir, eina í 2015 og eina í ár, ella bara tí seinnu?

Hevur TAKS ætla at lata EIK stóra skattafrádráttin í 2015, hevði tað sjálvandi sett TAKS í eitt sera ringt ljós. Og nakað, sum talar ímóti TAKS eru útsøgnirnar hjá stjóranum í Degi og viku 26. mai 2016. Tá ljóðar sum talan hevur verið um tvær ymiskar viðgerðir, har upplýsingargrundarlagið er munandi betri í seinna tíðarskeiðnum.


Kortini vísir stjórin nú aftur, at TAKS tók avgerð í 2015 um at lata EIK frádráttin. TAKS tók onga avgerð í málinum fyrr enn í februar í ár, sambært Eyðun Mørkøre, og tí er málið misskilt, skrivar hann.

Men, Bárður Larsen trýr ikki stjóranum. Hann grundgevir, at talan helst er um tvær avgerðir, tí eingin aktivitetur er í málinum frá mai 2014 meir enn eitt ár fram. Hann skrivar, og eg endurgevi:

"Í slíkum truplum máli kundi væntast, at samskift varð við innanhýsis ella við uttanhýsis serkøn í drúgvari tilgongd fram móti, at málið búnaðist til støðutakan,"

Viðgerðin hjá TAKS tykist sostatt at hava verið gjøgnum tvey sera ymisk tíðarskeið. Í fyrra tíðarskeiðnum røkir TAKS ikki sína skrásetingarskyldu. Ágrýtni at skráseta veksur munandi í seinna tíðarskeiðnum, og ósamanhangandi skrásetingin hjá TAKS byggir undir pástandin um, at TAKS hálsaði um.

Hvør hevur rætt og ikki ber illa til at siga við vissu, tí Eik noktar fyri, at frágreiðingin skal almannakunngerast. Tí standa flestu spurningarnir enn ósvaraðir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887