- Havi bara fingið positivar afturmeldingar

08.08.2017 - 10:19
Lívsstílur
- Havi bara fingið positivar afturmeldingar
Astrið Foldarskarð er millum 30 tær seinastu í kappingini Miss Danmark

Beiggi Astrið Foldarskarð, Marius Acosta, eigur stóran lut í, at systurin nú roynir seg í vakurleikakappingini, Miss Danmark.

Astrið hevur nakað serstakt, sigur Marius. Hon riggar væl líkamikið hvat hon ger. 

Leygardagin frættist, at Astrið Foldarskarð er millum 30 tær seinastu í kappingini Miss Danmark.

Astrið Foldarskarð hevur í fleiri ár verið millum bestu føroysku svimjarar, og nú kemur disiplinin frá svimjingini henni til góðar.

Á leiðini til Miss Danmark eru kvinnurnar við í fleiri smærri kappingum. Í løtuni er Astrið Foldarskarð ein av seks, sum kappast um at blíva Miss HER&NU. Tú kanst atkvøða á hesum leinki

Tann, sum vinnur Miss Danmark, sleppur við í Miss World, sum verður í Kina.

Astrið Foldarskarð kann fylgjast bæði á facebook og instagram

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585