Grønlendingar framíhjárætt í Grønlandi

10.08.2017 - 10:54
InnlendisHeilsa
Grønlendingar framíhjárætt í Grønlandi
Flestu grønlendsku læknalesandi fara heimaftur til Grønlands eftir lokna útbúgving

Grønlendsk læknalesandi hava framíhjárætt til KBU, klinisk basis uddannelse, fyrr turnus, í grønlendska heilsuverkinum.

Grønlendsku KBU-plássini eru ikki við í lutakastinum í Danmark, og tískil kann grønlendska sjúkrahúsið sjálvt velja, hvør fær plássið.

Anne-Marie Ulrik, fyrrverandi læknastjóri í Grønlandi, sigur, at flestu grønlendsku læknalesandi fara heimaftur til Grønlands eftir loknan lestur.

Tørvur á 50 serlæknum í Føroyum

Læknafelag Føroya sigur, at tørvur er á umleið 50 serlæknum í Føroyum.

Fáa føroyingar framíhjárætt til KUB í Føroyum, loysir tað ikki tørvin á serlæknum, sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagum.

Men tað kann vera positivt hjá føroyskum læknalesandi at sleppa heim eina tíð, sigur hann.

Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við at geva føroyskum læknalesandi framíhjárætt til KBU plássini í Føroyum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819