Kæran stóra undirtøku

16.08.2017 - 15:12
InnlendisSamfelag
Kæran stóra undirtøku
Sjey lærarar hava lagt navn til alment, men kæran um leiðsluháttin hjá Boga Bech Jensen hevur størri undirtøku frá miðnámsskúlalærarum.

Sjey fólk hava undirskrivað kæruna, sum er dagfest 23.juni í ár. 

Tey eru Bjørg Róin, Christian Ihlen, Finnur Lutzen, Hendrik Dahl, Svanna Hanusardóttir, Zacharias Sørensen og Henrietta Svenstrup. 

Men hetta er bert ein brøkpartur av teimum, ið hava skrivað undir. Meir enn helvtin av lærarunum úr Hoydølum hava skrivað undir, umframt lærarar á Handilsskúlanum. 

Tey torað ikki at leggja navn til, tí tey stúra fyri, hvørjar avleiðingar tað kann fáa sigur Henrietta Svenstrup, sum er lærari í Hoydølum og ein teirra, ið hevur skrivað undir.

Bogi Bech Jensen, rektari, hevur svarað kæruni. Útvarpið hevur biðið um innlit í svarið hjá rektarinum, men hevur ikki fingið tað enn. 

Tú kanst lurta eftir samrøðuni við Henriettu Svenstrup her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964