Komandi kringvarpsstjórin kært Kringvarpið

17.08.2017 - 13:31
InnlendisSamfelag
Komandi kringvarpsstjórin kært Kringvarpið
Sjúkrahúsleiðslan hevur kært Kringvarpið fyri eina yvirskrift, sum hon metir vera misvísandi

Støðan á føðideildini á landssjúkrahúsinum hevur fylt nógv í miðlunum seinastu mánaðirnar. Í tí sambandi hevur sjúkrahúsleiðslan roynt at fingið Kringvarpið at broyta eina yvirskrift, tí yvirskriftin var misvísandi eftir teirra tykki. Tað vildi Kringvarpið ikki. Yvirskriftin er brot á góðan fjølmiðlasið heldur sjúkrahúsleiðslan, sum nú hevur kært Kringvarpið.

Ein tílík kæra skal viðgerast á kærda stovinum fyrst, og tískil skal nýggi kringvarpsstjórin, sum tað fyrsta, tá hann byrjar í nýggja starvinum, taka ímóti eini kæru frá sær sjálvum um síni egnu starvsfólk.

Vit spurdu komandi stjóran, hvussu hann fer at viðgera kæruna. Hoyr samrøðuna her.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584