Óttin hevur fingið fastatøkur í okkum

18.08.2017 - 15:13
AktueltÚtheimurin
Óttin hevur fingið fastatøkur í okkum
Cristina Molne er í Cambrils tætt við har, sum skotabardagi var í nátt
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tak niður

Cristina Molne fjalir ikki yvir, at hon er skelkað av hendingunum í nátt, sum hendu á sama vegi, har hon býr. 

- Yvirgangurin er brádliga komin so nær, og óttin hevur fingið fastatøkur í okkum, sigur Cristina Molne, sum var hálvan annan kilometur frá skotbardaganum millum yvirgangsmenn og løgreglumenn í nátt, tá fimm yvirgangsmenn lógu eftir á.

- Brádliga varð vegurin stongur, og eg hoyrdi og sá politibilar uttanfyri, og vit fingu at vita, at vit orsaka av einari neyðstøðu, skuldu vit halda okkum innandura. Og eg helt meg innandura, rættiliga tætt við staðið, har alt gekk fyri seg, og eg kendi meg als ikki trygga, tí eg visti ikki, hvat gekk fyri seg. So eg havi sitið uppi allan nátt og tosað við vinir. Tey siga, at eina av yvirgangsmonnunum hevði spreingievni uppi á sær, og teir høvdu ein bil við spreingievni. Og eg búgvi beint við vegin, og kanska teir steðgaðu á uttan fyri her. So eg kláraði ikki at sova, sigur Cristina Molne.  

- Eg veit ikki, hvat eg skal gera, og eg veit ikki, um eg kann kenna meg trygga. Í gjár fingu vit sera mótsigandi kunning um, hvat gekk fyri seg. Tosað varð um ein skottilburð í einum dansistaðið í einum grannabýi, sum ikki passaði. Vit liva í einum sjúkligum ótta" sigur hon.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro
Mánadag 9. oktober
3-2