Fleiri kommunulæknastørv á veg

12.09.2017 - 16:56
InnlendisHeilsa
Fleiri kommunulæknastørv á veg
- Nú skulu batar gerast á kommunulæknaøkinum, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.

Kommunulæknastørvini í Sundalagnum, Vestmanna og í Sandoynni eru nú mannaði.

Men tað vanta kommunulæknar í Havn, Klaksvík og Runavík.

Tí hevur hon biðið um eykajáttan at fáa ein kommunulæknastarv afturat í Havn beinanvegin.

- Tað er fyrsta stig at fáa ein lækna afturat í Havnini. Eg havi eisini fingið tilmæli um, at vit eiga at fáa ein afturat í Havn, sigur hon.

Tað vil siga, at skjótt verður 14 kommunulæknar í Havn ístaðin fyri 12 sum nú.

Í Runavík eru trý kommunulæknastørv nú. Har verða skjótt fýra.

Tað sama í Klaksvík.

Men hvørki Runavík og Klaksvík eru ikki við í eykajáttanarlógini, sum verður til fyrstu viðgerð í Løgtinginum nú hósdagin.

- Tí, at vit skulu hava hølisviðurskiftini upp á pláss áðrenn, áðrenn vit fáa fíggingina til vega til tað. Eg trúgvi ikki tað verður tann stóri trupulleikin, tí hetta er ein tænasta, sum er neyðugt fyri, at borgararnir skulu kenna seg tryggar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851