Havnin hevur ikki lagað seg til fólkavøksturin

13.09.2017 - 16:47
InnlendisSamfelag
Havnin hevur ikki lagað seg til fólkavøksturin
Húsaprísirnir eru helst høvuðsorsøkin til, at fólkavøksturin minkar í Havn, heldur borgarstjórin.

Fólkatalið í Føroyum veksur skjótt.

Fólkatalið í Havn veksur eisini, men ikki so skjótt, sum í restini av landinum.

Í tølum, so eru seinasta árið flutt 233 fólk í Tórshavnarøkið, sum er Havnin, Argir og Hoyvík.

Árið fyri fluttu 386 fólk í sama økið. 153 fólk færri.

- Hetta er ein avbjóðing, sum skal loftast, tí fólk vilja framvegis búgva í Havnini, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Húsaprísurin er helst høvuðsorsøkin

Sambært Búskaparráðnum er munurin millum húsaprísin í Havn og aðrastaðni í landinum slakar 1,7 milliónir krónur.

- Tað ger kanska tað, at fólk halda tað vera í so dýrt og velja heldur at keypa sethús aðrastaðni enn í Havn, sigur hon.

Í næstum verða 48 grundstykki tøk á Argjahamri, og ein útstykking verður eisini á Vegnum Langa.

Loysnir eru á veg

Men tað, sum borgarstjórin serliga dúvar uppá, eru stóru pengakassarnir í Føroyum.

Hon er farin undir eina fundarrøð við pensjónsfeløg, bankar, tryggingarfeløg, fakfeløg og vinnuna um at byggja bústaðir í høvuðsstaðnum.

- Fáa vit fleiri leigubústaðir, eldrabústaðir og røktarbústaðir, so hevur tað vónandi við sær, at fleiri sethús verða á marknaðinum, sigur Annika Olsen, borgarstjórin.

Fundarrøðin hevur hilnast væl, heldur borgastjórin. So væl, at hon miðar eftir, at partarnir hava undirskrivað eina avtalu á einum evnisdagi um fjúrtan dagar, tann 27. september.

Nú hevur tað skund at fáa nøkur tøl til vega, so tey vita, hvussu nógvir bústaðir skulu byggjast. 

- Endamálið við hesum evnisdegnum er at finna ein leist, sum vit arbeiða eftir, sigur hon.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010