Høgni fær vald at siga upp loyvi

21.09.2017 - 07:53
InnlendisPolitikkur
Høgni fær vald at siga upp loyvi
-Á hvørjum ári verður ein meting gjørd, um loyvini skulu leingjast við einum ári, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum um nýggjar heimildir
-Ein árlig eftirmeting verður avgerandi fyri, um loyvini verða longd, sigur Høgni Hoydal um nýggja heimild
Mynd: Sigrún H. Brend  

Lógaruppskotið um sjófeingi gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at gera av, um øll tey rættindi, sum ikki skulu seljast á uppboðssølu, skulu leingjast.

Sambært lógaruppskotinum hjá Høgna Hoydal verða, sum útgangsstøði, 75 prosent av verandi rættindum hjá verandi rættindahavarum latin teimum í átta ár. Hesi loyvini fara tí úr gildi 1. januar í 2026.

Sambært lógaruppskotinum um sjófeingi skal landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggja uppskot fyri løgtingið, um gildistíðin skal leingjast við einum ári.

Landsstýrismaðurin kann tí í prinsippinum gera av, at eingi loyvi verða longd - og at øll loyvi tí fara úr gildi 1. januar 2026.

Høgni Hoydal sigur seg ikki ganga inn fyri eini skipan við "rullandi loyvum", tað vil siga, at loyvini halda fram av sær sjálvum, um tey ikki verða uppsøgd.

-Hetta er eitt prinsippmál. Lógaruppskotið leggur upp til, at loyvini í fyrstu atløgu verða longd í átta ár. Og skulu tey leingjast, so má tað vera ein aktiv handling, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil í løtuni ikki siga, hvat hann ætlar sær at gera við hesa nýggju heimildina, ið hann fær sambært lógaruppskotinum um sjófeingi.

-Tað valdast, hvussu skipanin virkar. Ein árlig eftirmeting skal gerast, og hon verður avgerandi fyri, um loyvi verða longd, sigur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Hanus Hansen, reiðari, vóru við í sendingini Radarin í gjárkvøldi. Radarin verður endursendur í útvarpinum klokkan 11 fyrrapartin, og sendingin er eisini at finna á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887