Reiðari: Menningarkvotur eru politisk útlutan

bannari
21.09.2017 - 10:01
InnlendisPolitikkur
Reiðari: Menningarkvotur eru politisk útlutan
-Menningarkvoturnar er ein máti hjá landsstýrismanninum at legalisera politiska útlutan, sigur Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum
-Menningarkvoturnar eru einki annað enn legaliserað, politisk útlutan, sigur Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum
Mynd: Sigrún H. Brend  

Lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at lata sjey prosent av samlaðu kvotunum hjá føroyska samfelagnum út sum menningarkvotur. Fyri norðhavssild fær landsstýrismaðurin heimild at lata upp til 20 prosent av samlaðu kvotuni av norðhavssild út sum menningarkvotur - men bara í 2018.

Sambært uppskotinum er endamálið at kunna stuðla undir virðisøking av sjófeingi í økjum í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað og arbeiðsloysið stórt, sammett við onnur øki, og har til dømis fólkatalið er støðugt minkandi.

Hanus Hansen, reiðari og stjóri í JFK-samtakinum, ávarar um nýggju heimildirnar hjá landsstýrismanninum:

-Hatta er ein máti hjá Høgna Hoydal at legalisera politiska útlutan, einki annað. Hatta er óseriøst og beint ímóti øðrum ásetingum í sama lógaruppskoti um at talan skal vera um eina marknaðargrundaða skipan. Hetta hevur einki við nakra marknaðargrundaða skipan at gera, sigur Hanus Hansen.

Fiskivinnan útflytir fyri umleið fýra milliardir krónur um árið. Við støði í tí hava menningarkvoturnar, sjey prosent av samlaðu kvotunum, eitt útflutningsvirði á umleið 300 milliónir krónur.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lovar fult gjøgnumskygni, tá menningarkvoturnar skulu útlutast.

-Menningarkvoturnar verða bjóðaðar út við greiðum treytum, fullum almennum innliti og so vera tað serkøn fólk, ið koma at meta um, hvørt verkætlanirnar kunnu menna og skapa virðisøking í ávísum pørtum av landinum, sigur Høgni Hoydal.

Hanus Hansen hevur einki álit á, at tað verður veruleiki.

-Nei, talan verður um politiska útlutan, har landsstýrismaðurin fær heimild til at býta út virði fyri 300 milliónir krónur, sigur Hanus Hansen.

 

FAKTA:

Grein-60 í lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi heimilar landsstýrismanninum at luta út menningarkvotur. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi verða menningarkvoturnar lýstar soleiðis:


Nýtt í hesum uppskotinum er, at upp til sjey prosent av ávísum veiðirættindum, Føroyar ráða yvir, kunnu setast av til at brúka til vinnuligar menningarætlanir í ávísum økjum í landinum. Endamálið er at kunna stuðla undir virðisøking av sjófeingi í økjum í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað og arbeiðsloysið stórt, sammett við onnur øki, og har t.d. fólkatalið er støðugt minkandi. Mannagongdin verður, at landsstýrismaðurin alment lýsir eftir umsóknum um at fáa lut í hesum veiðirættindum. Tá lýst verður eftir umsóknum, skal greitt tilskilast, hvørjar treytirnar eru fyri at fáa lut í rættindunum. Dentur skal leggjast á, at kvota bert verður latin til átøk og verkætlanir, ið eru við til at stuðla undir vinnuliga menning, virðisøking, arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar í økinum. Í reglunum og treytunum, tá lýst verður eftir umsøkjarum til menningarkvotur, skal ásetast, hvussu øki í landinum verða nágreinað og mett, t.d. sýslurnar Suðuroy, Sandoy, Vágoy, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar.

Víðari verða lógarheimildirnar útgreinaðar soleiðis í viðmerkingunum til lógaruppskotið:

Til § 60.
Stk. 1. Greinin heimilar, at ein partur av føroyskari kvotu og veiðirættindum kann setast av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið, við tí endamáli at stuðla undir vinnuligt virksemi og virðisøking burtur úr tí tilfeingi, sum er ogn Føroya fólks, og at ein ávís atkomuligheit eisini má tryggjast kring landið. Ásett er, at í mesta lagi 7 prosent av tøku føroysku kvotuni kann setast av til endamálið.
Stk. 2 ásetir, at í 2018 kann landsstýrismaðurin fyri norðhavssild víkja frá høvuðsregluni um, at í mesta lagi 7 prosent av tøku føroysku kvotuni kann setast av til menningarætlanir. Orsøkin er, at føroyska kvotan av norðhavssild er hækkað lutfalsliga nógv seinastu tvey árini, og at grundarlag tí er fyri einum størri luti til menningarkvotur í 2018. Ein avmarking er tó sett, soleiðis at í mesta lagi 20% av tøku føroysku kvotuni av norðhavssild kann setast av til menningarætlanir.
Stk. 3 ásetir yvirskipaðar treytir fyri at fáa lut í menningarkvotu. Talan skal vera um øki í landinum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, sammett við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Grundleggjandi treyt er eisini, at talan skal vera um ætlanir, ið stuðla undir vinnumenning og virðisøking av sjófeingi í viðkomandi øki í landinum.
Stk. 4. Ásett er mannagongd, sum ber í sær, at tá kvota er sett av, verður lýst alment út eftir umsóknum, har tað greitt er tilskilað, hvørjar treytir galda fyri at fáa lut í kvotu. Her kann talan vera um at seta treytir um t.d., at veiðan skal landast ella virkast í ávísum øki, ella at felagið skal hava heimstað ávíst stað, soleiðis at hetta stuðlar undir menning av økinum sum heild. Tey, ið søkja um lut í menningarkvotu, skulu lýsa ta menningarætlan, kvotan er liður í, og hvussu virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur verða tryggjað. Menningarkvota kann verða latin teimum umsøkjarum og ætlanum, ið verða mettar bestar at lúka treytirnar og røkka málinum við menningarkvotum. Menningarkvotur kunnu ikki avhendast og skulu rinda tilfeingisgjald sambært grein13, stk. 4.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur um umsiting og mannagongdir í sambandi við hesa grein. Reglurnar og mannagongdirnar skulu tryggja fult gjøgnumskygni og fastlagda skipan við serkønari og óheftari viðgerð og meting av umsóknum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851