Taka ímóti skinnum aftur í ár

21.09.2017 - 11:37
InnlendisSamfelag
Taka ímóti skinnum aftur í ár
Morreyð og flekkut skinn geva besta prísin í ár, sigur Jógvan Nordendal, sum hevur felagið Oikos

Slaktið stendur fyri durum, og aftur í ár ber til at fáa pening fyri skinnini.
Oikos tók í fjør móti 34.000 seyðaskinnum og hava tikið ímóti teimum fyrstu í ár.

Tað loysir hjá seg at hagreiða skinnið beinanvegin, sigur Jógvan Nordendal.
Eitt nú er tað týdningarmikið at lata skinnini kólna, áðrenn tey verða løgd omaná hvørt annað. Er sól og vindur skal roðin venda niður eftir, so tey ikki skortna. 

Sum nakað nýtt, fæst í ár betri prísur fyri morreyð og grá skinn og fyri hvít/svart-flekkut. Hetta er helst tí fleiri einslitt svørt og hvít íslendsk og norsk eru á marknaðinum, sigur Jógvan Nordendal.

Í fyrsta umfari fara skinni til Polland til garvingar, men føroyska felagið arbeiðir eisini við teimum.

Hoyr samrøðuna við Jógvan Nordendal her.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584