Sonja krevur skattafrítt fakfelagsgjald

22.09.2017 - 07:13
InnlendisPolitikkur
Sonja krevur skattafrítt fakfelagsgjald
Seytjanda atkvøðan minnir samgonguna á gomul lyfti um skattafrádrátt fyri fakfelagsgjaldið

-Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn tóku undir við hesum í andstøðu, so nú somu flokkar siga við valdið, eigur ikki at vera nakar trupulleiki at seta í gildi skattafrádrátt fyri fakfelagsgjaldið.

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna og seytjanda atkvøða hjá samgonguni.

Sonja Jógvansdóttir hevur sett samgonguni fleiri krøv, nú samráðst verður um fíggjarógina fyri næsta ár. Hon vil ikki avdúka, hvørji fleiri av málunum eru, men hon hevur fyrr sett sum treyt, at fólk, sum eru limir í fakfeløgum, skulu kunna draga gjaldið til fakfelagið frá í skattinum.

Tað er eitt av krøvunum, sum Sonja Jógvansdóttir heldur fast um, og sum hon væntar, at landsstýrið fer at seta í verk nú.

-Flokkarnir hava fyrr avkvøtt fyri líknandi uppskoti, so eg síggi ongan trupulleika, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585