Góðan morgun Føroyar

Spæla á legendariskum tónleikapalli
22-09-2017
Ungi bólkurin Sperol hevur fingið innbjóðing at spæla á einum av kendastu klubbunum í Los Angeles

Teir eru ungir, teir spæla villan harðan tónleik, og nú eru boð eftir teimum á kenda, legendariska klubbanum í Los Angeles, sum nevnist Wiskey A Gogo.


Bólkurin, Sperol, ið er mannaður við fýra ungum monnum úr Tórshavn, hevur eina spennandi tíð fyri framman. Um miðjan november fara teir til Los Angeles at hava tvær konsertir á Whiskey A Gogo.Talan er um heimskenda klubban, har eitt nú Aerosmith og Metallica hava spælt.


- Eg sendi bara nakrar teldupostar runt til ymisk fólk í tónleikavinnuni, og so var tað ein maður frá Whiskey A Gogo, sum svaraði mær. Hann vildi fegin hava okkum at spæla tvey kvøld, og tað eru vit sjálvandi ovurfegnir um, sigur Pætur Joensen, forsangari í bólkinum.


Í morgunsendingini fortaldu hann og Oddmar Hermansen um møguleikan at sleppa til Amerika at spæla.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024