- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava verið í Stakkinum í dag eftir seyði
23.09.2017 - 15:59
Innlendis
Hava verið í Stakkinum í dag eftir seyði
Tjørnuvíkingar hava verið í Stakkinum í dag eftir seyð. Og stórur áhugi hevur verið fyri at sloppið við út í Stakkin í ár.
Vanliga plaga nógv fólk at vera við, bæði tjørnuvíkingar, avbygdafólk og útlendingar. Í ár vóru 140 fólk við, og tað eru rættiliga nógv.
Jógvan Magnussen, formaður í Staksnevndini, segði, at upprunaliga skuldu eini 200 fólk vera við, og tað er eitt sindur ov nógv. 15 seyðir vóru tiknir í dag, og sambært Jógvani Magnussen er tað eitt miðal ár, og seyðurin er væl fyri.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV