Seyðurin er væl fyri

24.09.2017 - 18:00
Lívsstílur
Seyðurin er væl fyri
Í gjár varð farið eftir seyði á Lítlu Dímun

Í gjár var farið eftir seyði á Lítlu Dímun.


Róin Schrøter, formaður í Lítlu Dímun, letur væl at degnum:


- Dagurin hepnaðist væl í gjár. Vit eru væl nøgdir við tað slaktið, vit tóku inn, og seyðurin er í sera góðum standi, sigur Róin Schrøter.


Umstøðurnar at fara eftir seyði í oynni vóru annars ikki tær bestu í gjár. Landssynningur er ikki besta ætt, og streymurin er harður í løtuni.


- Men veðrið hevur verið gott seinastu dagarnar, og vit ráðførdu okkum við veðurkøn, og tóku so avgerð um at fara, sigur Róin Schrøter.


Tað gekk væl at fáa seyðin í bátin Torshavn, sum bleiv brúktur hesaferð.


Tá samanumkom vóru 159 seyðir til slakt.


- Tað er eitt gott tal, meta vit, sigur Róin Schrøter.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851