Fiskimannafelagið framvegis ímóti nýskipan

25.09.2017 - 16:18
InnlendisVinna
Fiskimannafelagið framvegis ímóti nýskipan
Tað verður ein skandala fyri fiskimannin, um veiðiloyvini fara í søguna, sigur Fiskimannafelagið eftir fund við Vinnunevndina hjá løgtinginum
Uttan veiðiloyvi gerast arbeiðsplássini hjá fiskimanninum enn meira ótrygg, óttast Axel Hansen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum

-Arbeiðsviðurskiftini hjá fiskimanninum verða sera ótrygg, um fiskirættindini verða flutt frá skipunum yvir á reiðarí ella einstaklingar. Í dag eru fiskimenn í starvi umborð á einum skipi, men í framtíðini verða fiskimenn í starvi hjá reiðaríum ella einstaklingum, og vita tá ikki, um teir hava arbeiði dagin eftir.
Tað sigur Axel Hansen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum.

Fiskimannafelagið varð í dag boðsent á fund í Vinnunevndini hjá løgtinginum, sum er farin undir at viðgera lógaruppskotið um fyrisiting av sjófeingi.

Fiskimannafelagið ávarar um at strika kravið um veiðiloyvi. Sambært felagnum eru veiðiloyvini við til at tryggja arbeiðsplássini hjá fiskimanninum.

-Um reiðarí ella einstaklingar sita á rættindunum veit fiskimaðurin ongantíð, nær hann hevur arbeiði. Harumframt minkar virðisøkingin, og tá verður eisini minni til fiskimannin, sigur Axel Hansen.

Nevndarlimurin í Fiskimannafelagnum spyr, hví tað er so alneyðugt hjá landsstýrismanninum at gera eina skipan, har ein og hvør kann bjóða seg fram.

-Er ein bakari á Strondum betri egnaður at fara út at fiska enn ein av verandi reiðarum? Eg haldi ikki, sigur Axel Hansen.

Fiskimannafelagið ivast stórliga í, um samgongan megnar at fáa fiskivinnunýskipanina klára, tí ein ørgrynna av kunngerðum skulu gerast, áðrenn lógin kann virka.

Fýra feløg skuldu á fund við Vinnunevndina í dag. Hesi eru Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Felagið Línuskip.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010