- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Katalonar settir undir umsiting
26-09-2017
Uni Leitisstein Hansen hevur verið í Katalonia at lodda dýpið áðrenn valið 1. oktober. Fyrsta av trimum sendingum kemur í dag kl 17.05
Katalonska stjórnin hevði sett dagin til eina fólkaatkvøðu um loysing til 1. oktober. Spanska stjórnin er hart ímóti hesum og sigur at valið er ólóligt.
Tað eru fleiri støður í Katalonia, sum kunnu javnmetast við Førøoysk viðurskifti og tí kanst tú, sum lurtari, um tú vilt verða eitt sindur klókari um støðuna í Katalonia áðrenn valið, seta teg at lurta í dag klokkan fimm minuttir yvir fimm, tá sendingin "Lagnustundin hjá Katalonia" verður send.
Hetta er fyrsta av trimum sendingum um Katalonia. Hinar koma mikudag og hósdag, eisini klokkan 17.05
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024