Gunnvá er ákærd fyri at smugla hassj

28.09.2017 - 12:49
InnlendisHeilsa
Gunnvá er ákærd fyri at smugla hassj
Gunnvá Tróndardóttir Joensen hevur sklerosu og bílegði cannabis sum heilivág á netinum, tí hon er vís í, at tað kann tálma sjúkuni hjá henni.

Hon hevur biðið um cannabis sum heilivág í Føroyum, men tað hevur hon ikki fingið. Gunnvá Tróndardóttir Joensen bílegði tí 25 sjokulátabønir á netinum, sum innihalda cannabis, men nú er hon ákærd fyri at hava innflutt rúsandi evni.


Pakkin kom til Føroya 26. august í fjør, men hon fekk hann ongantíð. Løgreglan tók pakkan og ákærdi hana fyri at innflyta rúsandi evni. Gunnvá Tróndardóttir Joensen hevur sklerosu og bílegði vøruna at nýta sum heilivág. Í dag var málið fyri rættinum, men hon noktar seg seka.


Sjokulátabønirnar innihalda evnið THC, sum er evnið í cannabis, sum elvir til rús. Hetta visti Gunnvá ikki, tá hon bílegði vøruna. Løgreglan hevur kannað bønurnar og funnið fram til, at tær innihalda 0,1 - 0,9 gram av hassji. Gunnvá Tróndardóttir Joensen játtar, at hon bílegði vøruna, men hon vil ikki játta, at hon breyt lógina.


Gunnvá Tróndardóttir Joensen hevur ongantíð roynt cannabis sum heilivág, men hon er vís í, at cannabis sum heilivágur kann hjálpa henni og tálma sjúkuna sklerosu. Tí heldur hon tað vera ógvuliga ørkymlandi, at hon ikki sleppur at royna cannabis sum heilivág. Hetta snýr seg heldur ikki bert um hana, leggur hon dent á, men øll tey, sum stríðast við onkra sjúku, ið cannabis sum heilivágur kann tálma.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652