Hava uppiborið betri

09.10.2017 - 16:06
ÍtrótturFótbóltur
Hava uppiborið betri
Landsliðskvinnurnar eiga sjálvsagt at fáa samsýning fyri mista arbeiðsinntøku, heldur Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini.

Tað hevur vakt ans, at landsliðsmenninir í fótbólti fáa pengar fyri at spæla á landsliðnum, meðan kvinnurnar einki fáa.

Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini, viðurkennir, at FSF hevur uppraðfest kvinnufótbóltin nakað tað seinasta árið. Men, at kvinnurnar einki fáa fyri mista arbeiðsinntøku er ein endurspegling av, at FSF ikki vísir kvinnufótbóltinum líka stóra virðing. Tað er signalvirði í pengunum heldur hann.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, segði í útvarpinum í gjár, at kvinnurnar fara ivaleyst at fáa eina samsýning í framtíðini, men at hetta ikki verður alt fyri eitt.

Fleiri aftursvar eru komin á sosialum miðlum eftir framsøgnina hjá aðalskrivaranum. Nógvir av viðmerkjarunum halda, at føroysku landsliðskvinnurnar hava uppiborið somu viðferð sum menninir. Men, tað eru eisini tey, sum halda, at samsýningin skal endurspegla støði á fótbóltsspælinum og almenna áhugan - ein hugburður, sum fleiri aðrir føroyingar hava, men sum formaðurin í javnstøðunevndini ikki tekur undir við.

Talan er um ein prinsipiellan javnstøðuspurning, og har kann ítróttin hava stóra ávirkan á restina av samfelagnum, heldur Ólavur Ellefsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691