- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað verður ikki gjørt nógv nógv við at fyribyrgja, at skúlabørn fáa sálarligar avbjóðingar.
Tað heldur Gitte Klein, sum umframt at vera útbúgvin lærari, í dag eisini er master í positivari sálarfrøði og arbeiðir sum ráðgevi hjá lærarum, stovnum og fyiritøkum.
- Sjálvandi hugsa lærarar um trivnaðin hjá børnunum, men tað er brúk fyri, at vit hava ein fastan leist at arbeiða eftir, tá hugsað verður um sálarheilsu og børn, sigur Gitte Klein.
Sálarheilsa hjá børnum eigur at fylla meir í skúlunum, enn tað ger í dag, heldur Gitte Klein:
-Ongantíð áður hava vit lagt størri dent á trivnað í skúlum og stovnum. Kortini økist parturin av børnum og ungum, sum hava sálarligar avbjóðingar, sigur Gitte Klein.
Í morgunsendingini ´fortaldi hon, hvat eigur at verða gjørt, fyri at forða fyri, at skúlabørn fáa sálarligar trupulleikar.