Hvørsmansrætturin eigur at staðfestast við lóg

bannari
13.10.2017 - 14:34
InnlendisSamfelag
Hvørsmansrætturin eigur at staðfestast við lóg
Tað heldur arbeiðsbólkurin, sum í mai handaði landsstýrismanninum í vinnumálum eina heildarætlan um ferðavinnu í Føroyum.
Mynd: Marita Gulklett  

Uttan rættin at ferðast í náttúruni eru Føroyar ikki nógv verdar sum ferðavinnuland, heldur Jóhan Pauli Helgason, sum var við til at skriva álitið.

Men atlit skal eisini takast at teimum, sum eiga jørðina.

Tað ber til við einum vælskipaðum hvørsmansrætti, heldur arbeiðsbólkurin.

- Tú eigur at kunna ferðast frítt úti í náttúruni, uttan at tú ger teg inn á náttúruna ella ognirnar, og sjálvandi eisini djóralív. Tað er tað útgangsstøði, vit halda skal vera galdandi, sigur hann.

Kunnu ikki siga, um tað er galdandi

Arbeiðsbólkurin setti sær eisini fyri at fáa greiðu á, um hvørsmansrætturin er galdandi nú.

Tey spurdu seg fyri hjá løgfrøðingum og stovnum, men niðurstøðan var lunkað.

- Eingin kann siga greitt, um hann er galdandi, ella um hann ikki er galdandi, sigur hann.

Hvørsmansrætturin er í øllum førum ikki skipaður í serstakari lóg í Føroyum.

Men siðvenjan er, at føroyingar hava rætt at ferðast frítt í náttúruni.

Spurningurin er so, um siðvenjan hevur størri týdning.

- Tað halda nakrir løgfrøðingar, og tað hava vit eisini valt at leggja okkum uppat í okkara arbeiði, sigur Jóhan Pauli Helgason.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652