Uppskrift: Rossaberjalagkøka

14.10.2017 - 13:50
ListSniðgeving
Uppskrift: Rossaberjalagkøka
Vit hava vitjað Oddvør Skarðhamar, sum gjørdi eina leskiliga lagkøku til vikuskiftið

Uppskrift:

8 eggjahvítar
400 g av sukri
4 ss av kakao

Píska sera væl og leingi. Evna til 4 botnar á ovnskuffu við bakipappíri. Drússa botnin við einari ss av kakaopulvuri og baka í 130 hitastigum í 1 tíma.

Lagkøkufylla 1:
5 dl av pískaðum róma
1 glas av rossaberjasúltutoyi (bromber)
Skal vendast saman og setast at kølna.

Lakøkufylla 2:
5 dl av pískaðum róma
200 g av sjokulátu
Skal vendast saman og setast at kølna.

Samanlegging:
Legg fyrst ein botn á eitt kakufat. Síðan smyr tú 1/3 av lagkøkufyllu 1 og 2. Nú leggur tú ein botn omaná aftrat, og síðan aftur 1/3 av lagkøkufyllu 1 og 2. So leggur tú triða botnin, og leggur seinasta triðingin av lakøkufyllu 1 og 2. Tú endar við at leggja fjórða botnin omaná, og síðan frísk rossaber ovast.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858