»Hetta var tað, vit kundu fáa«

13.10.2017 - 17:40
InnlendisPengar
»Hetta var tað, vit kundu fáa«
Starvsmannafelagið vildi hava enn størri lønarhækking, men hetta var tað, sum tað bar til at fáa burturúr hesaferð.

Fíggjarmálaráðið vildi halda aftur í lønarvøkstrinum, nú so nógv ferð er á búskapinum.

- Eg eri serliga misnøgdur við, at tað seinna árið ikki gav meira enn 754 krónur. Eg hevði einki havt ímóti at sæð 800 krónur á har ella kanska meira, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.

Stóð tað til landsstýriskvinnuna var lønarvøksturin minni.

- Sjálvandi. Fíggjarmálaráðið hevur allatíð lagt seg eftir, at vit skulu halda so lágan lønarvøkstur sum møguligt, sigur Kristina Háfoss.

1387 krónur upp í løn í alt

Lønin hjá teimum, sum eru sett eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum og arbeiða í landsins tænastu, hækkar 633 krónur um mánaðin nú beinanvegin.

754 krónur koma afturat lønini næsta ár.

Verður lønarhækkingin umroknað til prosent er talan um eina hækking í mánaðarlønunum á 2,3 prosent fyrra árið.

Og 2,5 prosent seinna árið.

Í krónum svarar til tað slakar 37 milliónir krónur fyrra árið, og 41 milliónir krónur seinna árið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858