Poul Michelsen: Vit fáa einki at vita

13.10.2017 - 09:49
InnlendisPolitikkur
Poul Michelsen: Vit fáa einki at vita
Danska verjan skal hava 13 milliardir aftrat, men tað er ikki vist, at føroyringar verða kunnaðir, í fall at virksemið økist her um leiðir
Søværnet

Danski herurin skal hava góðar 13 milliardir krónur meira komandi fimm árini - tað vil siga eitt búskett uppá í alt 26 milliardir í 2023.

Pengarnir skulu millum annað brúkast til eina hernaðareind uppá 4.000 mans, sum kann sendast út uppá eitt hálvt ár. 500 fleiri mans skullu kunna innkallast í herðin, pengar skulu setast av til trygd á netinum, og stórar íløgur skulu gerast í donsku hernaðarligu verjuna.
Men um nakað av økta hernaðar-búskjettinum skal brúkast her um leiðir, veit Poul Michelsen uttanríkisráðharri ikki at siga.

Føroyingar hava í skrivi til danir, boðað frá at vit tulka Fámjins-skjalið soleiðis, at vit skulu kunnast um alt hernaðarligt virksemi her á landi, men tað hava danir ikki svara uppá.

Føroyingar eru heldur ikki kunnaðir nú, danir meta russar sum ein størri hóttan og tí økja um hernaðarliga búskjetti við 13 milliardum.
Bæði russar og amerikanarar hava økt um virksemið á okkara leiðum seinastu árini, men hví tað er, vita vit ikki, sigur Poul Michelsen.

Við nýggja uppskotinum skulu ma. fregattirnar vápnast, so tær kunnu skjóta rakettir niður

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887