Víkingur kann vinna FM í dag

15.10.2017 - 13:27
ÍtrótturFótbóltur
Víkingur kann vinna FM í dag
Víkingur spælir í Runavík ímóti NSÍ, meðan KÍ og B36 hittast í Havn.

Víkingur kann við einum útisigri á NSÍ í tryggja sær Føroyameistarheitið í bestu mansdeildini. Fimm stig eru nioður til B36 á øðrum plássi, nú bert tvey umfør eru eftir at spæla.

Vinnur Víkingur verður tað annað árið á rað, at Víkingar fara við gullinum í bestu mansdeildini.

B36 hevur ein torføran heimadyst móti KÍ, sum var millum favorittarnar at vinna meistaraheitið, men sum seinastu tíðina hevur havt torført við at finna málmeskarnar.

KÍ er seks stig aftanfyri Víking og hevur sostatt ein teoretiskan møguleika at vinna meistaraheitið. Men við einum málmuni sum er 11 mál verri enn há Víkingi, er talan helst einans um teori.

Hinir dystirnir, sum eru í dag eru:

07 Vestur móti TB/FCS/Royn, Skála móti HB og EB/Streymur móti ÍF

Jan Dam, fyrrverandi landsliðleikari og seinnu árini eisini venjari, væntar tó ikki, at føroyameistarin verður funnin í hesum umfarinum. Hann sigur m.a. soleiðis við FSF-Varpið

 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691