- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Um vikuskiftið var stór, árlig bjargingarvenjing í Vestmannaoyggjunum í Íslandi.
Talan var um landsvenjing fyri bjargingafeløgini í Íslandi. Millum luttakandi bjargingarfeløgini vóru eisini føroyskir fjallabjargarar.
Teir skuldu verða til taks leygardagin, tá teir fingu tvær upgávur, harav onnur var rættiliga avbjóðandi.
- Vit skuldu hjálpa einum manni, ið var dottin. Tað var sum at ganga uppi í Kunoynni, tí tað var sera bratt. Tað var fantastiska avbjóðandi og stuttligt, sigur Gundur Mortensen, ið var við á túrinum.
Føroysku fjallabjargararnir hava fingið nógv burtur úr við at luttaka í stóru bjargingarvenjingini um vikuskiftið.
- Vit hava fingið rættiliga nógv burturúr. Vit standa einki aftan fyri íslendarar, hóast vit hava nógv at læra enn. Vit ætla at bjóða íslendingum henda vegin fyri at fáa størri samstarv, sigur Gundur Mortensen.
Til ber at síggja myndir frá túrinum í Íslandi á Facebooksíðuni hjá Jens Jákupi Hansen, sum er ein av føroysku fjallabjargarunum.