Eingin vil vera leiðandi ljósmóður

17.10.2017 - 16:16
InnlendisSamfelag
Eingin vil vera leiðandi ljósmóður
Áhugin fyri starvinum sum leiðandi ljósmóður á føðideildini á landssjúkrahúsinum er lítil. Hetta hóast støðan, sambært stjóranum, er batnað.

RÆTTLEIÐING: Í útvarpsinnslagnum verður sagt, at eingin umsókn er komin inn, men hetta er bert galdandi fyri starvið sum leiðandi ljósmóður. Tilsamans eru seks umsóknir komnar inn til hini ljósmøðrastørvini.

Landssjúkrahúsið hevur onga umsókn fingið til tvey ljósmøðrastørv, sum hava verið lýst leys seinastu vikurnar.

Trivnaðurin á føðideildini hevur ikki verið góður, og tí er Ronnie Midjord, virkandi stjóri á landssjúkrahúsinum, ikki beinleiðis bilsin av vantandi áhuganum fyri størvunum.

Starvsfólkakreppan á føðideildini á landssjúkrahúsinum kom í hæddina í summar, tá ið 14 av 17 ljósmøðrum vóru sjúkrameldaðar.

Ein avleiðing av starvsfólkakreppuni var fíggjarligur: ein meirkostnaður á 3,1 millión krónur fyri avloysarar á føðideildini. Hetta er ein av orsøkunum til, at landssjúkrahúsið nú hevur brúk fyri eini eykajáttan.

Ein onnur avleiðing av kreppuni á føðideildini var, at leiðandi ljósmóðurin varð uppsøgd - tað er eitt av størvunum, sum nú skulu setast av nýggjum.

Men støðan á føðideildini er batnað. Í dag eru bara tvær ljósmøður burturstaddar. Orsøkin til batan er millum annað, at skjøtul er settur á at bøta um viðurskiftini.

Og sjúkrahússtjórin væntar, at arbeiðið við at betra um trivnaðin, umframt íløgur í landssjúkrahúsið, fer at hava við sær fleiri umsóknir, nú størvini verða lýst av nýggjum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819