Góðan morgun Føroyar

Reformatiónstiltøk komandi dagarnar
20-10-2017
Fleiri 100 ára gamlar bíbliur, sálmar í nýggjum hami og mangt annað verður at síggja og hoyra komandi dagarnar, sigur Uni Næss, dómpróstur

Reformatiónsárið nærkast hæddunum og 31. oktober, sum er sjálvur dagurin, tá Luther, fyri 500 árum síðan, festi tær 95 tesurnar, ella avlátssetnigarnar, á kirkjuhurðina í Wittenberg.

Henda týsdag verður fagnaðargudstænasta í Havnar kirkju klokkan 20.00 og tað verður Jógvan Fríðriksson biskupur sum prædikar.

Konsert verður týsdagin 24. oktober klokkan 20.00.
Ein einføld, men hugvekjandi heildaruppliving við íblástri úr kirkjuligari liturgi í eini samanrenning av ljósi, ljóði og upplestri tulka ymiskir sangarar og tónleikarar frítt sálmar úr sálmabókini.
Annika Hoydal, Teitur Lassen, Jón Aldará, Niels Midjord, Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Greta Svabo Bech tulka sálmar.

Í morgun var sangarin Sissal Grækarisdóttir Magnussen í studio fimm.
Umframt Sissal, vóru Uni Næss, dómpróstur og Ólavur í Geil, samskipari í útvarpsstovuni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024